Tíðindir og Tilbúgvingarboð
8. desember 2025
Føroya Politi
Fleiri fráboðanir um hóttanir
Um vikuskiftið hevur Føroya Politi fingið fleiri fráboðanir, har løgtingslimir á sosialum miðlum og umvegis telefon hava fingið boð, sum kunnu skiljast hóttandi.
21. november 2025
Føroya Politi
Ákæra reist í málinum um kommunuvalið í Oyndarfirði
Ákæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur nú ákært ein persón fyri at reingja valúrslitið í Oyndarfirði í samband við kommunuvalið í fjør. Persónurin er ákærdur fyri brot á § 116, stk. 1 í revsilógini. Ákæruvaldið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
18. november 2025
Føroya Politi
Revsingin herd í stórum rúsevnismáli
Stóra málið um smugling av umleið 4 kg av amfetamini, sum var fyri í Føroya Rætti í mars, hevur seinastu dagarnar verið viðgjørt í Eystara Landsrætti í Keypmannahavn. Endaligur dómur varð sagdur á middegi í dag, og landsrætturin herdi tríggjar av fýra dómum.
Finn Politistøð
Politistøð nær við